PE vil, at okkara kundar skulu fáa dygdarvørur og góð tilboð. Vit ynskja, at okkara kundar fáa eina góða tænastu frá dugnaligum og vinaligum starvsfólkum. Vit eru her fyri kundan.

 

PE byrjaði í apríl 1983, tá ið Petur Eirikur Djurhuus læt upp fyrsta handilin, sum var í Stoffalág í Havn. Hetta var einasti PE-handilin fram til 2002, tá ið PE læt upp handil á Argjum. Síðan tá eru PE-handlar komnir í Norðragøtu í 2003, á Skála í 2005, í Sørvági í 2006 og í Sigmundargøtu mitt í Havn í 2008. Fyrsti PE-handilin flutti í 2004 úr Stoffalág niðan á Heykaveg á Hálsi, har hann er í dag. Í hølunum á Heykavegi er høvuðsskrivstovan hjá fyritøkuni.

 

Fyritøkan hevur síðan hon byrjaði verið handilin í nærumhvørvinum. Teir seks handlarnir, sum eru í dag, virka burturav fyri nærumhvørvið, og hetta sæst aftur í, at vit til dømis stuðla ítróttarfeløgum, har sum vit hava handlar.

 

PE-handlarnir bjóða góð tilboð, bæði gjøgnum Á og Samkeyp, og í tilboðsbløðunum haðani sæst, hvørjir PE-handlar hava hvørji tilboð. Umframt tað hava vit onnur góð tilboð, sum tað ber til at fáa beinleiðis á fartelefonina.

 

 

 
     
 
     
   
     
     
   
     
 
     
   
     
     
   
     
 
     
   
     
Web2it