Oksakjøtið, sum tú sær í kølidiskunum hjá PE handlunum kring landið, kemur úr Ný Sælandi. Tað er avAngus slagnum, sum er víðakent fyri góðan smakk. Angus er mest seldaneytaslagið í USA og er nógv umhildið kring allan heim. Neytaslagið stavarupprunaliga úr Aberdeenshire  og  Angus í Skotlandi og er einsamanrenning av tveimum vælumtóktum neytasløgum har á leiðini. Angus verður ofta selt undir navninum Aberdeen Angus,  Angus, Black Angus ella RedAngus. Her er talan um eitt neytaslag við ongum ella smáum hornum og lituriner, sum nøvnini frammanfyri benda á, reyður og svartur og viðhvørt hvítur. Tað er sjálvt kjøtið, sum hevur gjørt hetta neytaslagið heimskent.

Sláturvirkið Krás í Hósvík, parterar kjøtið  í leskiligar bitar, búffar og steikir og pakkar tað, áðrenn tað verður sjónligt í PE handlunum. Kjøtið hevur ongantíð verið fryst og búnast undir strangum eftirliti á ferðini heim til Europa.

Angusoksakjøt hevur javna góðsku – tað er moyrt, kraftmikið og hevur góðan smakk.
Vit miðja okkum eftir at kjøttilboðini altíð røkka breitt, soleiðis at vit bæði kunnu bjóða kjøt til tann skjóta døgurðan og til tann betra bitan.

PE handlarnir eru ernir av at bjóða hetta dygdarkjøt fram til kundarnar, sum ikki stendur aftanfyri nakað annað neytakjøt, ið selt verður í Føroyum.

 

 

 
     
 
     
   
     
     
   
     
 
     
   
     
     
   
     
 
     
   
     
Web2it